Fjarhitin longu umrøddur í 2013

Fjarhitin longu umrøddur í 2013
Fyri góðum trimum árum síðani, 29. apríl í 2013, sendi Fjarhitafelagið Landsverki eitt uppskot um sáttmála um fjarhita til Marknagilsdepilin
 
23.08.2016 - 09:17

Sambært sáttmálanum, sum Landsverk tó ongantíð undirskrivaði, ætlaði Fjarhitafelagið í seinasta lagi nýggjársftan í 2015 at hava lagt fjarhitarørini út í Marknagil.

Í uppskotinum um sáttmála stendur síðani: "verður tá settur hitavekslari saman við orkumátara upp, og verður tí fjarhiti at veita Skúlaheiminum, Handilsskúlanum/Marknagilsdeplinum samsvarandi serligari avtalu, sum partarnir skulu semjast um."

Íbindingin skuldi ikki kosta landinum nakað. Men afturfyri skuldi Fjarhitafelagið fáa oljufýringina í Skúlaheiminum fyri einki. Sáttmálin millum Fjarhitafelagið og Landsverk skuldi í fyrsta lagi kunna sigast upp í 2035.

SÍ EISINI Stríð um hitan til Glasir

Landsverk svaraði sama dagin, tann 29. apríl 2013, at tað vildi hava meira at vita um kostnaðin næstu 10-15 árini, og um avrokning. Fjarhitafelagið svarar 8. juni í 2013, at prísurin er 72 oyru fyri kilowatttíman, og tá er meirvirðisgjaldið við.

Hesin prísur verður galdandi í tíggju ár. Hann kann tó stillast eftir seks árum. Treytin er tó, at øll orkan, sum Marknagilsdepilin brúkar, er frá Fjarhitafelagnum.

Aðrar treytir eru, at Fjarhitafelagið sleppur i gongd við at byggja hitamiðstøðina í Marknagili, at fígging fæst til at útbyggja fjarhitanetið, og at neyðug loyvi fáast til útbyggingina.

Tóku ikki av tilboði

Sambært teimum skjølum, Útvarpið hevur, tykist málið at stegða har. Landsverk tók ikki av tilboðnum frá Fjarhitafelagnum.

Sáttmálauppskotið um fjarhita var ikki lagt við, tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í síðstu viku bað Løgtingið um 13,4 milliónir krónur til jarðhita til Glasir.

Fjarhitafelagið sendi eisini Landsverki uppskot um sáttmála um fjarhita til Landssjúkrahúsið tann 29. apríl í 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzo 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028