Nú verður Lív latið fakfeløgunum

Nú verður Lív latið fakfeløgunum
Hósdagin keypir P/f Fakfelag 33 prosent av Lív Holding, og Ognarfelagið Lív fær helvtina fyri einki
 
30.08.2016 - 11:16

Tað verður gjørt á almennari samkomu í hølunum hjá Lív í Havn seinnapartin hósdagin. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, letur nýggju eigarunum felagið, sum landið eigur.

Seinni, ella í seinasta lagi um tíggju ár, keypir P/f Fakfelag, sum 17 fakfeløg eiga, 17 prosent av Lív Holding fyri 12 milliónir krónur.

SÍ EISINI Fakfeløgini sleppa nú at keypa lív

Lív keypir tí helvtina av Lív fyri 35 milliónir krónur. Tær 23 milliónirnar, sum landið nú fær fyri 33 prosent av Lív Holding, ætlar landsstýrið at seta í Búskapargrunnin.

Men tað hevur Løgtingið tó ikki samtykt enn. Stóru andstøðuflokkarnir halda, at pengarnir fyri Lív heldur skulu brúkast til at gjalda skuldina hjá landskassanum niður.

Keypið nústani góðkent

Smápartafelagið Fakfelag, sum nú er vorðið fakfelag, varð stovnað í oktober 2012. Men longu fyrst í mai í 2012 góvu fakfeløgini landsstýrinum eitt boð upp á helvtina av Lív.

Hálvan desember í 2012 undirskrivaði Fakfelag keypssáttmála við Vinnumálaráðið. Men ikki fyrr enn í juni í ár góðkendu Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið keypið.

Ognarfelagið Lív, sum hósdagin fær helvtina av Lív Holding fyri einki, er felagið hjá øllum teimum, sum hava tryggingar í Lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Mikudag 22. apríl
Serfrøðingurin um ítróttarskaðar
207416
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Hósdag 23. apríl
Andaktin
207475
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372