Nýútbúgvin fáa ikki størv

Nýútbúgvin fáa ikki størv
Eingin teirra, sum fekk læraraprógv í summar, hevur fingið fast starv í fólkaskúlanum. Útlitini eru ikki góð, heldur formaðurin í Lærarafelagnum
Eingin av teimum 26, ið fingu læraraprógv í summar, hevur fingið fast starv. Útlitini eru ikki góð, sigur formaðurin í Lærarafelagnum
 
31.08.2016 - 08:08

Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Lærarafelagið sendi spurnarbløð til tey 26, sum fingu læraraprógv á Námsvísindadeildini í summar, 25 svaraðu.

Eingin teirra hevur fingið fast starv í fólkaskúlanum. 13 hava fingið tíðaravmarkað starv, tað er í eitt skúlaár, og fýra hava fingið starv í styttri tíð enn tað, heilt niður í ein mánað.

Av teimum átta, sum ikki hava fingið starv, hava tvey ikki søkt um arbeiði í fólkaskúlanum. Onkur søkti 26 størv, og í miðal sendu fólk átta umsóknir um arbeiði.

Útlitini ikki góð

Summi teirra, sum hava fingið arbeiði, hava langa leið til arbeiðis. Seks lærarar skulu koyra í miðal 78 km aftur og fram til arbeiðis. Onkur koyrir 170 kilometrar sambært formanninum í Lærarafelagnum og Skúlablaðnum.

Næsta summar koma millum 25 og 30 nýútbúnir lærarar afturat. Og útlitini fyri at fáa arbeiði eru alt annað enn góð, sigur Herálvur Jacobsen.

Barnatalið minkar støðugt, og tepra játtanin til fólkaskúlan gevur ikki rúm fyri at gagnnýta útbúnu lærararnar, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011