FIFA góðkent øll valevnini til UEFA-forsetaval

FIFA góðkent øll valevnini til UEFA-forsetaval
Øll trý valevnini til forsetasessin í evropeiska fótbóltssambandinum, UEFA, eru blivin góðkend
 
03.09.2016 - 15:28

UEFA skal hava nýggjan forseta eftir at fraklendingurin, Michel Platini, varð útihýstur frá øllum virksemi, sum hevur við fótbólt at gera.

Forsetavalið í UEFA verður nú 14. september í Athen, og tey trý valevnini, sum vilja gerast forseti í UEFA, eru Aleksander Ceferin úr Slovenia, Michael van Praag úr Hollandi og Angel Maria Villar Llona úr Spania.

Nýggi UEFA-forsetin verður samstundis varaforseti í FIFA.

Michel Platini var forseti í UEFA frá 2007 til 2015. Men fyrr í ár varð hann dømdur til at vera útihýstur frá øllum fótbóltsvirksemi í fýra ár, tí hann hevur tikið móti mutri frá fyrrverandi forsetanum í FIFA, Sepp Blatter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087