Skulu upplýsa um laksalús

Skulu upplýsa um laksalús
Alibrúkini skulu skjótt upplýsa alment, hvussu nógvar laksalús, tey telja. Størri opinleiki skal verða í fyrisitingini um djórasjúkur
Landsstýrismaðurin, hevur sent til hoyringar uppskot um at broyta djórasjúkulógina. Alibrúkini skulu skjótt upplýsa alment, hvussu nógvar laksalús, tey telja
 
07.09.2016 - 08:06

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur sent til hoyringar uppskot um at broyta djórasjúkulógina. Endamálið er at fáa størri opinleika í fyrisitingini um djórasjúkur, eisini sjúkur hjá alifiski.

Lógarbroytingin skal geva landsstýrismanninum heimild til at almannakunngera eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni við alibrúkum.

Heimild er í matvørulógini

Eitt nú skulu dagførd úrslit av lúsateljingum kunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í matvørulógini er slík heimild at kunngera kanningarúrslit.

Men djórasjúkulógin hevur ikki hesa heimild. Í Vinnumálaráðnum eru tey eisini í ferð við at endurskoða alilógina. Eitt upprit um tað arbeiðið varð viðgjørt á landsstýrisfundinum mánadagin.

Innlit fæst ikki í uppritið, tí tað er skjal, sum er gjørt til landsstýrisfund. Ætlanin er at gera nýggjar reglur um eigaraavmarkingar og um útlendskan eigaraskap í føroysku alivinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539