iPhone 7 alment kunngjørd

Mynd: © Apple
iPhone 7 alment kunngjørd
Nýggjasta snildfonin í iPhone-røðini er vatn- og støvtøtt, hevur dupult myndatól, tráðleysar oyrafonir og mangt annað, ið tú kanst lesa um her
07.09.2016 - 18:45

Apple hevur júst kunngjørt alt um nýggju iPhone 7, ið hevur nógvar nýggjar eginleikar. Sniðið líkist undanfarnu útgávuni, iPhone 6, men tó eru nakrar broytingar; Apple hevur tikið jackstikkingangin burtur, altso har, ið oyrafonirnar vanliga verða settar í. Harafturat hevur iPhone 7 Plus dupult myndatól.

 


Soleiðis síggja "AirPods" út. 

 

 

 


Tvey myndatól í staðin fyri eitt hevur m.a. við sær nýggja "zoom"-funku. 

 

 

"Home button" hevur eisini fingið nýggjar eginleikar. Hann virkar skjótari og kann haraftrat geva feedback. Battarílivitíðin sigst eisini at vera longd, og so tolir snildfonin nú bæði vatn og støv. 

 

 


Hátalarar eru nú í báðum endum.

 

 

iPhone 7 og iPhone 7 Plus verða at fáa í 32GB, 128GB og 256GB, tað er tvær ferðir so nógv pláss sum iPhone 6.

 

 

Kelda: Apple

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.