Serviðgerðir bíligari enn mett

Serviðgerðir bíligari enn mett
Tað kostaði minni enn væntað at viðgera føroyskar sjúklingar í øðrum londum í fjør. Næstan tríggjar milliónir lupu av
Tá avtornaði vórðu 2,6 milliónir krónur minni enn mett varð frammanundan brúktar til serviðgerðir uttanlands
 
08.09.2016 - 12:42

Tað kom óvart á tey í Heilsumálaráðnum, at færri pengar vórðu brúktir til serviðgerðir á sjúkrahúsum uttanlands í fjør enn roknað varð við. Tí roknað varð við meirnýtslu.

Men tá avtornaði stóðu góðar 2,6 milliónir krónur eftir á kontuni samanumtikið hjá teimum trimum sjúkrahúsunum. Sigast skal, at munurin stavar frá Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum brúkti meira enn ein triðing minni av sínari játtan í fjør.

Har lupu 3,8 milliónir krónur av. Hini bæði sjúkrahúsini brúktu eitt sindur meira, Landssjúkrahúsið brúkti 937.000 krónur meira enn játtað, og Suðuroyar sjúkrahús 214.000 krónur ov nógv, sambært frágreiðing hjá Landsgrannskoðanini.

Kom óvart á ráðið

Tað kom óvart, at pengar vóru eftir á kontuni. Og tey ivaðust í Heilsumálaráðnum líka til seinasta rokningin var komin. Í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini stendur soleiðis:

"Sambært landsstýriskvinnuni var minninýtsla ikki væntað. Tá komið var inn í 2016, og rokningar enn ikki vóru móttiknar fyri virksemi í 2015, varð roknað við, at talan fór at verða um eina meirnýtslu á kontuni."

Serliga nógvir sjúklingar vórðu sendir uttanlands í viðgerð seinasta ársfjórðing í 2015. Nú 2015 er endaliga uppgjørt, er ein minninýtsla staðfest, tí at miðalkostnaðurin fyri hvønn sjúkling er minni enn væntað.

Trupult at gera framrokningar

Í 2015 vóru 2.378 sjúklingaferðir uttanlands, og 1.410 ferðir til fylgjarar og avvarðandi. Heilsumálaráðið sigur tað vera trupult at gera framrokningar og meta nýtsluna í mun til játtanina.

Tí sera stórur partur av rokningunum fyri uttanlandsviðgerðir koma seint, nógvar koma eftir ársenda. 29 prosent av rokningunum fyri 2015 komu ikki fyrr enn í ár.

Sjúklingahotellið í Keypmannahavn kostaði 17 milliónir og 840.000 krónur, góðar 600.000 krónur meira enn játtað. Orsøkin til meirnýtsluna er, at virksemið var so nógv í fjør, at viðhvørt var neyðugt at leiga hotellkømur í býnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083