Nýggj kunngerð um vápnaprógv sett í verk

Nýggj kunngerð um vápnaprógv sett í verk
Á nýggjárinum krevst vápnaprógv fyri at eiga og brúka byrsu. Kunngerðin um vápnaprógv er nú lýst og komin í gildi
Nýggja kunngerðin um vápnaprógv er nú lýst og komin í gildi. Ein grein í kunngerðini kemur tó ikki í gildi fyrr enn á nýggjárinum
 
12.09.2016 - 16:39

Tó kemur grein 1 í kunngerðini ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2017. Grein 1 sigur, at "tað er forboðið persónum, ið ikki hava vápnaprógv, at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við skotvápni, slættpípaðari haglbyrsu og luftbyrsu, sum er størri enn kaliber 5,5 mm."

Undantøk eru í kunngerðini. Millum annað stendur, at fólk, sum fyri 1. januar í ár lógliga áttu skotvápn, skulu bara fáa sær vápnaprógv, um tey ætla sær at skjóta. Vápnaprógv fæst á vápnatrygdarskeiði, sum er minst átta tímar.

Nógv undantøk kunnu gera seg galdandi

Aldursmarkið fyri at fara á vápnatrygdarskeið er 15 og hálvt ár. Tey, sum eru minst 18 ára, og hava staðið skeiðið, kunnu søkja um prógv. Nøkur undantøk eru eisini viðvíkjandi vápnatrygdarskeiðinum.

Fólki, sum eru fødd í 1985 ella fyrr enn tað, og sum fyri 1. januar í ár áttu lógligt skotvápn, nýtist ikki at fara á skeið. Umhvørvisstovan skrivar út vápnaprógvini. Prógvið kostar 250 krónur.

Umhvørvisstovan skal eisini viðurkenna tey, sum kunnu halda trygdarskeið. Tey avgera sjálvi, hvussu nógv, tey taka fyri skeiðið. Gjaldið má tó ikki vera størri enn skeiðið kostar at halda.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306