Royna nú aftur at selja svartkjaft

Royna nú aftur at selja svartkjaft
Seinna afturlatna uppboðssølan av svartkjafti verður á middegi, tá Vørn selur 5.000 tons fyri Fiskimálaráðið
Mánadagin seldi Fiskamarknaðurin onnur 5.000 tons av svartkjafti á opnari uppboðssølu. Nú verður seinna afturlatna uppboðssølan
 
15.09.2016 - 09:27

5.000 tons av svartkjafti vórðu seld fyri 10 oyru kilo, sum var ásetti minstiprísurin á afturlatnu uppboðssølu hósdagin fyri viku síðani.

Mánadagin seldi Fiskamarknaðurin onnur 5.000 tons av svartkjafti á opnari uppboðssølu. Tá var miðalprísurin 12 ½ oyra fyri eitt kilo.

Fyrsta opna uppboðssølan í síðstu viku gav einki boð. Tey 5000 tonsini ætlar Fiskamarknaðurin nú at selja í næstu viku.

Fiskimálaráðið hevur gjørt av, at til samans 20.000 tons av svartkjafti skulu seljast á royndaruppboðssølu í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214