Nú merkist kreppan í frálandsvinnuni

Nú merkist kreppan í frálandsvinnuni
Fólk, sum eru vorðin arbeiðsleys í oljuvinnuni, søkja í hópatali onnur størv
 
16.09.2016 - 10:00

Kreppan í norsku frálandsvinnuni hevur við sær, at fyritøkur sum søkja eftir fólki, fáa ovurhonds nógvar umsóknir.

Herfyri søkti Remøy Management eftir 46 fólkum, og hóast freistin at søkja ikki er farin, so hevur fyritøkan fingið meira enn 2.300 umsóknir.

Mett verður, at fleiri enn 100 skip í frálandsvinnuni hava einki arbeiði, og tí eru nógv fólk søgd úr starvi.

Skipið, sum Remøy Management søkir eftir fólki til, er eitt kaðalskip, ið skal sigla út frá Karlskrona í Svøríki, og tí verður manningin sett eftir teimum krøvum, sum eru.

Vilja hava skandinavar

Tað er felagið, ABB, sum eigur kaðalskipið, og felagið vil hava, at skandinavar í mest møguligan mun manna skipið.

Nakrir mans hava fingið starv, og teir eru fyri tað mesta norðmenn, hóast tað ikki er nakað krav.

Fyri at kunna avgreiða allar umsóknirnar skjótt, hevur Remøy Management stovnað eina nýggja teldusíðu, sum skal viðgera umsóknirnar eftir teimum krøvum, sum verða sett.

Tá norska Havstovan søkti eftir 25 sjófólkum í vár, fekk stovnurin næstan 1.700 umsóknir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392