Eingin morgunlestur í grønlendska kringvarpinum

Eingin morgunlestur í grønlendska kringvarpinum
Biskupurin í Grønlandi finst hvassliga at avgerðini, tí 95 prosent av fólkinum er knýtt at kristnu trúnni
 
16.09.2016 - 14:56

KNR, grønlendska kringvarpið, er kringvarp fyri alla tjóðina, og skal vera fjølbroytt og ikki geva ávísum átrúnaði framíhjárættindi.

Tað sigur public service-stovnurin í aftursvari til tey, sum finnast KNR, tí morgunlesturin í útvarpinum er strikaður.

Biskupurin illur

Biskupurin í Grønlandi, Sofie Petersen, er sera ónøgd, og skilir ikki, hví morgunlesturin er strikaður.

Við stuðli frá fólki í samkomum og próstum í Grønlandi, sigur biskupurin í brævi til stjóran og nevndarformannin í KNR, at 95 prosent av grønlendska fólkinum er knýtt at kristnu trúnni, og tey hava brúk fyri at byrja dagin við bøn og sálmasangi. 

Seinasti morgunlestur í grønlendska útvarpinum var 5.september. 

Sosu Heinrich, formaður í kirkjuráðnum í Nuuk, sigur við heimasíðuna hjá grønlendska kringvarpinum, at morgunlesturin hevur stóran týdning. Tað er ikki bara teksturin úr bíbliuni, sum tað snýr seg um, men tað er eiisni Faðirvár og vælsignilsið, og tað er góður máti at byrja dagin.

Verja avgerðina

Stjórin fyri útvarpspartin í KNR, Masana Egede, sigur, at KNR framvegis fer at viðgera átrúnað, sum eitt hvørt annað tilfar í sendingum:

- Vit hava hugsað okkum væl um. Tað er eisini týdningarmikið, at vit ikki eru flaggberar fyri ávísum trúarbólki, men at vit skulu viðgera átrúnað í øllum sendingum, sigur Masana Egede. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959