Landsstýrið skal ikki blanda seg

Landsstýrið skal ikki blanda seg
Landsstýrið skal ikki blanda seg uppí, um starvsfólk í fiskivinnuni rinda partar av uppisølugjaldinum, heldur nýskipanarnevndin hjá Fiskimálaráðnum
Tað viðkemur ikki landsstýrinum, um starvsfólk í fiskivinnuni rinda partar av uppisølugjaldinum, heldur nýskipanarnevndin hjá Fiskimálaráðnum
 
19.09.2016 - 08:04

Í hoyringsskrivinum, sum er skrivað til fundir við politiska og vinnuliga fylgibólkin, mælir nýskipanarnevndin frá, at tað skal vera reiðarin, sum einsamallur rindar fyri keypta kvotu.

Í kunngerðini um royndaruppboðssølu samtykti Løgtingið annars, at manningar skuldu ikki rinda part, tá kvotur verða keyptar á uppboði.

SÍ EISINI Skipanin við fiskidøgum í søguna

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur hildið tað vera best, tí tá kvota er seld millum skip, hava manningarnar einki fingið burturúr.

Men reiðarar hava ikki funnið seg ikki í at skula gjalda alla rokningina fyri uppboðssøluna. Føroya Reiðarafelag hevur eisini stevnt landsstýrinum eftir endurgjaldi fyri mistar inntøkur.

Eigur at lóggevast øðrvísi

Tað hevur felagið gjørt, tí landsstýrið í lógini um royndaruppboðssøluna, hevur slept manningunum undan at verða við til at gjalda fyri keyptu kvoturnar.

Í hoyringsskrivinum mælir nýskipanarnevndin eisini frá, at landsstýrið lóggevur soleiðis, at manningar sleppa undan at rinda partar av uppboðssølugjaldinum.

- Tað eigur at vera upp til vinnu og starvsfólk at gera av ígjøgnum arbeiðsmarknaðarsamráðingar, heldur nýskipanarnevndin hjá Fiskimálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360