Nevndarsessir skulu tíðaravmarkast

Nevndarsessir skulu tíðaravmarkast
Tað almenna krevur nú, at nevndarlimir hjá tí almenna ikki skulu kunna sita longri enn 12 ár í sínum nevndarsessi fyri at varðveita sítt óheftni
Nevndarlimir hjá tí almenna skulu ikki kunna sita longri enn 12 ár í sama sessi, krevur tað almenna nú
 
23.09.2016 - 11:29

Hetta var orsøkin til, at Leif Abrahamsen, sum í fjórðingsøld hevur verið formaður í Føroyagrunninum, ikki varð valdur aftur, men máttu fara úr nevndini.

Fíggjarmálaráðið skrivaði áðrenn broytingina í nevndini herfyri, at "meirlutin í Føroyagrunninum hevur sitið í stýrinum úr 19 og upp í 24 ár."

"Hetta er ikki í samsvari við góða virkisleiðslu, sum vanliga hevur avmarkingar fyri, hvussu leingi meirlutin í nevndum kunnu sita, fyri at limirnir kunnu metast at vera óheftir."

SÍ EISINI - Eg kenni meg ikki vrakaðan

Eisini vísir Fíggjarmálaráðið á leiðreglurnar í eigarapolitikki landsins, sum landið arbeiðir við. Har stendur um óheftni hjá nevndarlimum, at "fyri at vera óheftur, má viðkomandi nevndarlimur ikki (..) hava verið limur í nevndini í meira enn 12 ár."

Hetta var orsøkin til, at Leif Abrahamsen fór úr nevndini. Ístaðin valdi landsstýrið Anniku Sølvará í nevndina.

Ein onnur broyting var gjørd eisini. Jóhanna á Bergi, sum sat í nevndini frammanundan, varð vald til forkvinna í Føroyagrunninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011