Løgfrøðingar: TAKS hevur tagnarskyldu

Løgfrøðingar: TAKS hevur tagnarskyldu
TAKS kann undir ongum umstøðum geva almenninginum innlit í skattamálið. Tað siga løgfrøðingar, sum Kringvarpið hevur tosað við í dag
 
23.09.2016 - 18:44

Oluf Jørgensen, fjølmiðlaløgfrøðingur á journalistháskúlanum í Aarhus, sigur, at TAKS hevur tagnarskyldu, og upplýsingar um skattamál hjá einkultpersónum og fyritøkum skulu ikki útflýggjast.

- TAKS kann kortini vátta ella avsanna upplýsingar, sum Eik banki ella onnur lata í málinum, sigur hann.

Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sigur tað sama: TAKS hevur ikki rætt til at lata upplýsingar í skattamálinum.

- Tagnarskyldan vigar nógv, nógv meira enn tann stóri almenni áhugin í hesum málinum, sigur Bjørn á Heygum í stuttari viðmerking.


Hava onga viðmerking

​Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik, vildi ikki siga Kringvarpinum í gjár, um bankin fer at almannakunngera niðurstøðuna hjá TAKS.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at so leingi málið um skattafrádráttin ikki er liðugt viðgjørt, hevur hon onga viðmerking til, um niðurstøðan eigur at vera løgd alment fram ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793