Savnaðu útivið eina millión

Savnaðu útivið eina millión
Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya í ár gav tilsamans 950.000 krónur. Hvør føroyingur lat í miðal 19 krónur
Reyði Krossur Føroya savnaði 950.000 krónur inn, tá felagsskapurin gekk hús í hús leygardagin 17. september, tá árliga landsinnsavningin var
 
06.10.2016 - 10:05

Tað er munandi meira fyri hvønn íbúgva, enn í øðrum londum. Tað skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.

Endamálið við landsinnsavningini er, at at hjálpa mongu flóttafólkunum í Miðeystri, sum annaðhvørt eru flóttar í grannalondunum ella í egnum landi. 

SÍ EISINI Gott 400 fólk savna pening til Reyða Kross

Fyri peningin verða keypt teppi, tjøld, ymiskt til reinføri, heilivágur og reint vatn. Til dømis røkka 150 krónur til 3000 litrar av reinum drekkivatni.

200 krónur røkka til tjaldbúðir, at verja tvær flóttafólkafamiljur móti regni og vindi, og 500 krónur røkka til mat til 15 hungrað børn í ein mánaða. 

Goyma ein part av peninginum

Partur av landsinnsavningini verður goymdur, soleiðis at Reyði Krossur skjótt kann veita hjálpandi hond, tá jarðskjálvti, vatnflóð ella onnur vanlukka bráddliga hendir. 

Reyði Krossur fegnast eisini um, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2017 hækkar játtanina til neyðhjálp úr einari millión upp í fýra milliónir krónur.

Við hesum upphæddum kunnu Føroyar sum land veruliga gera mun, har fólk eru hótt av kríggi, náttúruvanlukkum og fátækradømi, skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207