10 ár síðani Stord-vanlukkuna

10 ár síðani Stord-vanlukkuna
Í dag eru tíggju ár liðin síðani flogvanlukkuna í Stord í Noregi, tá fýra fólk doyðu og seks onnur fingu ringan skaða
Klokkan var júst farin av hálvgum átta týsmorgunin 10. oktober 2006, tá eitt flogfar hjá Atlantic Airways fór av vøllinum í Stord. fýra fólk lótu lív, teirra millum ein føroysk flogterna
 
10.10.2016 - 10:03

Eitt flogfar hjá Atlantic Airways fekk ikki steðgað á breytini, fór út av endanum og oman eina brekku. 

Undir vanligum umstøðum átti flogfarið at steðgað 100 metrar frá flogvallarendanum. Eldur kom í flogfarið. Fýra fólk doyðu, ein føroysk flogterna og tríggir norskir handverkarar. Seks fólk fingu ringan skaða.

16 fólk vóru við flogfarinum, 12 ferðafólk og í manningini vóru fýra. Klokkan var júst farin av hálvgum átta týsmorgunin 10. oktober í 2006, tá vanlukkan hendi.

SÍ EISINI Sí upptøkuna: 10 ár síðani Stord-vanlukkuna

Flogfarið, sum Aker Kværner leigaði, var á veg úr Stavanger til Molde og millumlendi í Stord. Flogfarið fekk ikki steðgað, tí eingin av teimum seks spoilarunum riggaðu.

Høvuðsorsøkin til, at flogfarið ikki steðgaði, var, at neyðbremsan varð brúkt og hon læsti hjólini á flogfarinum.

Um vanlig bremsing varð brúkt, hevði flogfarið steðgað.

að eydnaðist ikki norsku skaðanevndini at fáa greiðu á, hví spoilararnir ikki riggaðu.

Amerikanska sjónvarpsstøðin National Geographic hevur gjørt eina sending um vanlukkuna í Stord. Sendingin varð sýnd fyrst í hesum árinum. Flogfarið, sum varð bygt í 1987, kolaðist upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674