Vinarbýarsamstarv heldur fram

Vinarbýarsamstarv heldur fram
Vinabýarsamstarvið millum Wick í Skotlandi og Klaksvík heldur fram. Skotar ætlaðu at slíta sambandið tí føroyingar drepa grind
 
12.10.2016 - 08:46

Borgarstjórin í Klaksvík hevur fingið bræv frá økisleiðaranum og borgarstjóranum í Caithness, sum vilja varðveita og styrkja sambandið millum Wick og Klaksvík. Wick er ein av 19 býum í Caithness.

Gail Ross, borgarstjóri í Wick, boðaði annars frá í august í fjør, at Wick ikki longur er vinabýur hjá Klaksvík, tí føroyingar drepa grind. 

SÍ EISINI Viðgera nú spurning um vinarbýarsamstarv

Roger Saxon og Gillian Coghill siga í brævi til borgarstjóran í Klaksvík, Jógvan Skorheim, at meirilutin í stjórnini í Caithness tók ikki undir við áheitanina, sum Gail Ross sendi í fjør.

Gail Ross bað klaksvíkingar gevast at drepa grind, tí annars misti Klaksvík Wick sum vinabý. 

Meirilutin í stjórnini í Caithness vil varðveita og styrkja vinabýarsamstarvið millum Wick og Klaksvík. Wick og Klaksvík hava verið vinabýir síðani 1995.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083