Fá fluttu í august

Fá fluttu í august
Nógv færri fólk enn vanligt er fluttu úr Føroyum í august í ár. Samstundis fluttu fleiri til landið í august enn árini frammanundan
Síðstu nógvu árini er afturstigið í fólkatalinum 250 til 300 fólk, tí so nógv fluttu av landinum í august. Men í ár er bara talan um 166 fólk
 
14.10.2016 - 08:28

Seinastu nógvu árini er afturstigið í fólkatalinum 250 til 300 fólk, tí so nógv fluttu av landinum í august. Men í ár er bara talan um 166 fólk, upplýsir Hagstovan.

Samstundis fluttu fleiri til Føroya í august enn árini frammanundan. August er stóri fráflytingarmánaðurin, tí tá fara fólk uttanlands at lesa

SÍ EISINI Størsta tilflyting í 14 ár

702 fólk fleiri vóru í Føroyum 1. september í ár enn 1. september í fjør. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðan 2001, skrivar Hagstovan.

Stóra broytingin í fólkatalinum kemst í høvuðsheitinum av, at færri flyta úr Føroyum. 49.615 fólk búðu í Føroyum 1. september í ár.

Við hetta lag fer fólkatalið í Føroyum upp um 50.000 tíðliga næsta ár, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207