Fyrstu formarnir eru settir upp

Fyrstu formarnir eru settir upp
Leguhúsið í Nesvík er nú av álvara farið undir útbyggingina, sum fevnir um fyrsta byggistig
Formarnir eru settir upp til kombihøllina
Mynd: mission.fo  
 
15.10.2016 - 10:38

Høllin verður ein kombihøll, sum partvís skal kunna nýtast til møti, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur, og partvís til alskyns ítrótt og spæl. Tað skrivar heimasíðan mission.fo.
Høllin verður góðar 450 fermetrar, og rúm verður fyri 500 sitiplássum í henni.

Annað byggistig fevnir um felagsøki, og triðja byggistig um 12 hjúna-og familjukømur, - verandi hús hevur 15 komur við tilsamans 132 seingjarplássum. Samlaða útbyggingin er mett at kosta 26,2 miljónir krónur.

Leghúsið hevur virkað í 23 ár og hevur á hvørjum ári havt millum 10.000 og 15.000 gistingar, skrivar heimasíðan mission.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297