Føroysk børn góða tannheilsu

Føroysk børn góða tannheilsu
Børn í Føroyum hava frískar tenn, og vit eru nú á sama stigi sum hini norðurlondini, staðfestir nýggj frágreiðing
Tannheilsan hjá børnum í Føroyum er góð og á sama stigi sum hjá hinum nirðurlondunum. Tannheilsan kann tó gerast uppaftur betri, sambært nýggjari kanning
 
17.10.2016 - 11:22

Nýggja frágreiðingin, Heilsu- og innlendismálaráðið hevur biðið um, staðfestir, at tannheilsan er nógv batnað, men hon kann gerast uppaftur betri.

Í 1991 fóru tannlæknarnir at skráseta skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglum hjá heimsheilsustovninum, WHO. 

Hesi 25 árini er talið av børnum, sum hava tenn við ongum holum, nógv vaksið. Í 1991 høvdu bert 12 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar vaksnamannatenn, men í fjør var hetta talið 64 prosent. 

Stórur bati í øllum aldursbólkum

Føroyar eru nú á sama stigi sum hini norðurlondini, tá ið ræður um tilboð um tannrøkt til børn og ung, og tá ið ræður um úrslit, sum er rokkin til frama fyri tannheilsuna sum heild, vísir frágreiðingin. 

Í frágreiðingini verður kortini víst á, at endamálssetningurin hjá føroyskum tannlæknum um frískar tenn alt lívið er ikki rokkin fyri øll. 

Tí er neyðugt framhaldandi at gera ábøtur og stremba eftir framstigum í tannheilsuni hjá børnum og ungum í Føroyum, verður sagt í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161