Deyðin fer í bindiklubb

Deyðin fer í bindiklubb
Steintór Rasmussen er heimskendur í Føroyum fyri sítt stóra íkast til tónleikin, men hann hevur eisini aðrar førleikar
31.10.2016 - 10:07

Steintór tekst eisini við skaldskap, og 20. oktober gav hann út fyrstu krimiskaldsøgu sína, Deyðin fer í bindiklubb á forlagnum Sprotin.

Samtíðarbrotssøgan gongur fyri seg í fiktiva býnum, Norðvík, har ein 42 ára gamal maður verður funnin dripin við stokkum gjøgnum háls og bringu. Spurningurin er nú, hvør tað er, ið fremur slíkt drápsverk, og hvør orsøkin til brotsgerðina er.

Vit hitta Steintór í Klaksvík til prát um bókina í mun til tema, samfelagsviðurskifti, átrúnað og áhugan fyri at skriva júst krimiskaldskap.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083