Skrivaðu undir í nátt

bannari
Skrivaðu undir í nátt
Hóast Annika Olsen tóktist vera fegin um at gerast varaborgarstjóri fyrr í kvøld, verður hon nú borgarstjóri í nýggjari samgongu
Soleiðis sá skjalið út, sum Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skrivaðu undir í nátt
 
09.11.2016 - 21:31

Tey, sum hugdu at Degi og Viku fyrr í kvøld, fingu fatan av, at øll vóru glað í samgonguni, sum Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ætlaðu at skipa eftir býráðsvalið í Havn í gjár.

Í nátt skrivaðu flokkarnir um eitt samstarvsskjal, har flokkarnir eisini býttu formansessirnar í nevndunum millum sínum.

Sambært hesi avtaluni skuldi Heðin Mortensen halda fram sum borgarstjóri, og Annika Olsen skuldi verða varaborgarstjóri.

Og sambært Degi og Viku var Annika Olsen væl nøgd við býtið.

Síðani hava samráðingar verið Tjóðveldi og Framsókn, og í hesum samráðingum hevur Fólkaflokkurin fingið boðið borgarstjórasessin.

Heðin Mortensen sigur við in.fo í kvøld, at hann er skelkaður av Anniku Olsen og Boga Andreasen í Fólkaflokkinum. 

– Vit gjørdu eina greiða avtalu í nátt, og vit hava sitið og samráðst í allan dag. Vit hava býtt nevndarsessir ímillum okkum. Og nú, tá vit eru komin á mál, boðar Annika Olsen brádliga frá, at hon fer at skipa samgongu saman við Tjóðveldinum, sigur Heðin Mortensen við in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392