- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristian Magnus fer eftir triðja metinum

20 ára gamli Kristian Magnus Larsen, sum millum vinmenn sínar eisini er kendur sum Krimaglar, luttekur fyri triðju ferð í kappingini um føroyameistaraheitið í styrkilyfting.
Í 2014 setti hann met í deadlift fyri sín vektklassa, og í 2015 gjørdi hann aftur bart og setti enn eitt met, tó hesaferð í squat. 3. desember skal hann so aftur í eldin, tá FM í styrkilyfting er á skránni í Yndi. Í ár miðjar hann eftir at fáa met í bonkpress.
Skal lyfta meir enn 100 kg
Í vektklassanum 60 kilo er núverandi metið 100 kg. Lyftir Kristian Magnus meir enn tað, verður hann einasti mannligi styrkilyftari í Føroyum, sum heldur met í øllum trimum venjingunum; squat, bonkpress og deadlift.
- Hóast bonkpress ikki er mín sterkasti førleiki, so vóni eg, at eg raki dagin og harvið klári at sláa metið, sigur Kristian Magnus.
© Vár Samuelsen. Kristian Magnus venur bonkpress.
Fyrireikingarnar til FM hava verið drúgvar, ásannar Kristian Magnus. Tað krevur hart arbeiði og góða motivatión at røkka málinum um eitt met.
- Í ár havi eg fokuserað serliga nógv uppá at venja bringuna. Eg havi lyft tyngri, men við færri endurtøkum, soleiðis at eg verði sterkari og kann røkka upp um tey 100 kiloini.
Motivatiónin kemur bæði innan- og uttanífrá
Kristian Magnus venur sjálvur tríggjar ferðir um vikuna. At venja sjálvur kann til tíðir kennast ómotiverandi, men hann finnur tó onkursvegna altíð motivatiónina.
- Motivatiónin til at venja kemur bæði innan- og uttanífrá. T.d. havi eg vinfólk í Yndi, sum eisini venja, og tað virkar onkursvegna motiverandi. Harafturat fái eg eina ávísa gleði við at lyfta. Tað er og hevur leingi verið ein stórur partur av mínum lívi, og eg elski at hava okkurt at ganga høgt uppí.
Til ber at síggja meir til styrkilyftaran Kristian Magnus á instagram brúkara hansara, http://www.instagram.com/kristianmagnuslarsen.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




