Mettu ikki virðið frammanundan

Mettu ikki virðið frammanundan
Tá danski staturin keypir fastognir í Føroyum, verður tað gjørt uttan nakra almenna meting um virðið á fastognini
Almenn meting verður ikki gjørd tá danski staturin keypir fastognir í Føroyum sæst í skjølum
 
15.11.2016 - 10:03

Tað sæst í skjølunum um málið hjá Bygningsstyrelsen, sum keypir bankabygningin í Húsagøtu frá Tórshavnar kommunu til politistøð.

Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum hevur góðkent keypið. Meðan nevndin viðgjørdi málið, varð flutningsmálaráðharrin spurdur um skattliga virðismeting.

Tá Bygningsstyrelsen, tað er staturin, keypir fastognir í Danmark, skulu skattamyndugleikarnir fyrst hoyrast um prísin og aðrar treytir í keypssáttmálanum.

SÍ EISINI Bíða enn eftir svari

Tað skal gerast, áðrenn málið verður sent Fíggjarnevndini. Men slík meting var ikki við, tá Fíggjarnevndin varð biðin um pengar til at keypa fyri í Havn.

Orsøkin er, at danskir skattamyndugleikar meta ikki fastognir í Føroyum. Og í Føroyum er eingin myndugleiki, sum ger slíkar almennar virðismetingar.

Tí hevur danska Fíggjarmálaráðið góðkent, at tá staturin keypir fastognir í Føroyum, verður skattavaldið ikki biðið um nakra virðismeting, tí tað ber ikki til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604