Gamla kunngerðin dagførast

Gamla kunngerðin dagførast
Eitt uppskot um at broyta og dagføra kunngerðina frá 1962 um rottuoyðing verður í næstum sent til hoyringar
Kunngerðin frá 1962 um rottutýning skal broytast og dagførast stendur í uppskoti, ið verður sent til hoyringar í næstum
 
16.11.2016 - 08:32

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur gjørt uppskotið, tí tað áliggur fyrst og fremst kommununum at týna rottur. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað Bjørn Kalsø, tingmanni, ið spurdi um rottutýning.

Búnaðarstovan hevur í ár vent sær til Umhvørvisstovuna fyri at fáa greiðu á, hvussu ábyrgdin viðvíkjandi rottutýning er býtt og fyri at stinga út kósina í framtíðini.

SÍ EISINI Rottulógin má dagførast

Fiskimálaráðið og Búnaðarstovan halda, at neyðugt er at førleikamenna tvey ella trý fólk og seta av hálvt ella trífjórðings ársverk á Búnaðarstovuni til rottutýningina.

Eisini er neyðugt at hava skeið fyri fólk hjá kommununum, sum fáast við at beina fyri rottum, sigur Høgni Hoydal í svarinum. 

Búnaðarstovan útvegar kommununum rottueitur úr Danmark. Rottueitur verður keypt fyri 150.000 til 200.000 krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532