Sálarligt umhvørvi í kommunum

Sálarligt umhvørvi í kommunum
Nú skulu føroysku kommunurnar arbeiða við sálarligum umhvørvi, eitt nú at fyribyrjga strongd og skapa gott samstarv
 
20.11.2016 - 14:39

Sálarligt arbeiðsumhvørvi verður viðgjørt á tiltaki í Havn hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum seinnapartin fríggjadagin í næstu viku.

Lise Keller, sálarfrøðingur og menningarráðgevi, og Charlotte Bredal, ráðgevi, fara at greiða frá, hvussu partarnir á danska kommunala arbeiðsmarknaðinum arbeiða við sálarligum arbeiðsumhvørvi, so sum at fyribyrgja strongd og at skapa gott samstarv.

Hvør kommuna kann senda fýra fólk, leiðarar og starvsfólk, til tiltakið. Kommunala arbeiðsgevarafelagið og fakfeløg hava í nýggjastu sáttmálunum avtalað, at serligur dentur verður lagdur á sálarligt arbeiðsumhvørvi á kommunalum arbeiðsplássum og hjá SEV og IRF, sum eru kommunalir stovnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672