Tryggari umstøður til ferðafólk

Tryggari umstøður til ferðafólk
Atløgusíða og bakkaverja skulu gera tað tryggari hjá ferðafólki, sum vitja í Mykinesi. Kostnaðurin er mettur til hálvaaðru milliónir krónur
Tað skal verða tryggari hjá ferðafólki, sum vitja Mykines við báti. Atløgusíða og bakkaverja skulu gerast, heldur Sørvágs kommuna
 
23.11.2016 - 08:40

Nógvu ferðafólkini, sum nú koma til Mykinesar, eiga at sleppa trygt í land í oynni.

Sørvágs kommuna hevur skrivað til landsstýrismannin í samferðslumálum og biðið um pengar til atløgusíðu og bakkaverju í Mykinesi.

Atløgusíðan er mett at kosta 1,479 milliónir krónur og bakkaverjan eina millión og 81.000 kr. Brævið er nú í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum viðger uppskotið um fíggjarlóg fyri 2017.

Halda landið skal gjalda

Tá Mykines og Sørvágur løgdu saman í eina kommunu, vóru bygdarráðini bæði samd um at staðfesta serstøðuna hjá Mykinesi sum útoyggj. 

Tí eigur landið framvegis at játta pengar til útbyggingar í oynni, heldur Sørvágs kommuna. 

Landsverk og Sørvágs kommuna hava tekningar av atløgusíðuni og bakkaverjuni í Mykinesi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945