Royna nýggjan veg í Hvalba

Royna nýggjan veg í Hvalba
Eitt nýtt slag av vegi verður nú roynt fram við sandinum í Hvalba. Onnur koyribreytin verður tikin til gongubreyt og súkklubreyt
Landsverk hevur gjørt ein sokallaðan tvey minus ein veg fram við sandinum í Hvalba. Onnur koyribreytin verður tikin til gongubreyt og súkklubreyt
 
05.12.2016 - 12:34

Landsverk hevur gjørt ein sokallaðan tvey minus ein veg fram við sandinum í Hvalba. Vegurin, sum er 630 metrar, var liðugur fríggjadagin.

Hvalbiar kommuna vildi hava betri umstøður hjá fólki til gongu ella á súkklu á landsvegnum fram við sandinum, skrivar Landsverk.

Fyrsti av sínum slag í Føroyum

Vegurin, sum er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum, er øðrvísi, tí onnur koyribreytin verður tikin til gongubreyt og súkklubreyt.

Bara ein breyt er til bilarnar, sum koyra á miðjum vegnum. Koyribreytin er sjónliga smalkað við breiðari kantstriku á báðum síðum.

Kemur mótkoyrandi ferðsla, kunnu bilarnir fara um brotnu kantstrikuna fyri at sleppa fram við hvørjum øðrum. Annars eru báðar síðurnar á vegnum ætlaðar fólki til gongu ella á súkklu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541