Finnast at landsstýriskvinnuni

Finnast at landsstýriskvinnuni
Kommunufelagið skuldsetir Kristinu Háfoss fyri at siga hálvar sannleikar í Løgtinginum um inntøkurnar hjá landi og kommunum
Kommunufelagið finst at Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, og skuldsetir hana fyri at siga hálvar sannleikar í Løgtinginum
 
08.12.2016 - 09:37

Orsøkin til skuldsetingina er, hvussu hon hevur svarað tveimum spurningum frá løgtingsmonnum um inntøkurnar hjá landi og kommunum seinasta 25 árini.

Sambært svørunum eru inntøkurnar hjá kommununum upp á seg vaksnar nógv meira enn tær hjá landinum.

Við hesi lýsing av støðuni kunnu fólk lættliga fáa ta fatan, at kommunurnar eru raskari at fara niður í lummarnar hjá landsins borgarum, sigur Kommunufelagið.

Landsstýriskvinnan "gloymir" upplýsingar

Felagið sigur, at kommunurnar í hesum tíðarskeiði hava yvirtikið nøkur málsøki frá landinum. Tey kosta í dag kommununum yvir 800 milliónir krónur.

Kommunurnar tóku við dagstovnunum í 2001, stuðli til børn við serligum tørvi á dagstovnunum og barnaverndini í 2005 og eldraøkinum í fjør.

Kommunufelagið leggur landsstýriskvinnuna undir at gloyma at nevna hetta í svørunum til Løgtingið, í tíðindaskrivi, sum formaðurin, Heðin Mortensen, hevur undirskrivað.

Tá kommunurnar tóku við eldraøkinum fingu tær pengar fra landinum, 403 milliónir krónur í fjør, sum var fyrsta árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815