Kostar minst 7,5 milliónir

Kostar minst 7,5 milliónir
Tað fer at kosta í minsta lagi 7,5 milliónir krónur um árið, skal Tjaldrið hava eina manning afturat, so tað kann sigla 46 vikur um árið
Vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið siglir bara 23 vikur um árið. Hinar 29 vikurnar liggur skipið, tí tað hevur bara eina manning
 
08.12.2016 - 10:31

Vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið siglir bara 23 vikur um árið. Hinar 29 vikurnar liggur skipið, tí tað hevur bara eina manning.

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum spurdi Fiskimálaráðið um Tjaldrið. Fiskimálaráðið minnir annars á, at Tjaldrið er 40 ára gamalt, og tí gerst støðugt torførari at fáa eykalutir. 

Fíggjarliga støðan hjá Fiskiveiðieftirlitinum er annars sera vánalig. Samstundis, sum stovnurin hevur fingið meira at gera, eru pengarnir minkaðir. 

SÍ EISINI Tingast um støðuna hjá bjargingarfólkum

Játtanin hjá Fiskiveiðieftirlitinum, sum í 2008 var 45 milliónir krónur, verður slakar 41 milliónir næsta ár.

Avleiðingarnar av sparingunum eru nógvar sambært svari hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, sum eisini hevur svarað Fíggjarnevndini.

Síðani 2011 hevur Tjaldrið bara verið mannað hálvt árið. Brimil hevur ikki havt ráð til olju hvønn dag, og hevur tí ligið við fullari manning. Teir hava tá kannað landingar hjá skipum.

SÍ EISINI Fíggjarstøðan ikki góð

Í 2008 hevði Fiskiveiðieftirlitið seks eftirlitsfólk og eygleiðarar. Nú eru tvey eftirlitsfólk og eingin eygleiðari.  

Høgni Hoydal sigur, at Fiskiveiðieftirlitið hevur lítla orku at kanna fiskin, sum føroysk skip avreiða ella landa, og fara um borð á útlendsk skip, sum fiska undir Føroyum. 

Høgni Hoydal sigur, at hann hevur biðið um 900.000 krónur afturat til Fiskiveiðieftirlitið í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672