Strandferðslan stevnir skúlakoyringina í Sandoynni

Strandferðslan stevnir skúlakoyringina í Sandoynni
Orsøkin er ein ósemja um skúlabusskoyringina
Strandferðslan stevnir skúlakoyringini í Sandoynn
 
10.12.2016 - 14:37

Sandoyingar meta ikki, at treytirnar í samstarvsavtaluni eru yvirhildnar og hava tí endað samstarvið. Tað skrivar in.fo.

Strandferðslan er ósamd í niðurstøðuni og fer tí í rættin við skúlasambandinum fyri at fáa endurgjald fyri mista inntøku. Tilsamans er talan um eina góða millión krónur. Poul Klementsen, formaður í skúlasambandinum sigur við portalin, at fyri góðum fýra árum síðani valdi skúlasambandið at bjóða busskoyringina út. Strandferðslan vann útbjóðingina og setti ein undirveitara at røkja uppgávuna.

- Klagur komu um, at bussarnir hildu ikki tíðina og at summir bussar vórðu í ringum standi, sigur hann. - Tað batnaði ikki, og at enda høvdu vit fingið so nógvar klagur, at vit valdu at enda samstarvið, sigur Poul Klementsen.

Strandferðslan góðtók ikki, at avtalan var misrøkt, so teir stevna eftir endurgjaldið uppá eina góða millión. Avtalan var, at koyringin kostaði millum 400.000 og 500.000 krónur um árið. Tað vórðu góð tvey ár eftir av sáttmálanum, tá avtalan steðgaði. Tað vilja teir so hava okkum at rinda fyri, sigur Poul Klementsen. Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari á Strandferðsluni, sigur við in.fo, at málið er latið sakførara og av tí, at málið skjótt skal í rættin, vil hann ikki gera nakrar viðmerkingar til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028