Floksforkvinna Piratanna er bjartskygd

Floksforkvinna Piratanna er bjartskygd
Birgitta Jónsdóttir sigur seg vera næstan vísa í at hava skipað stjórn fríggjadagin.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.12.2016 - 12:30


Floksforkvinna Piratanna í Íslandi, Birgitta Jónsdóttir, er bjartskygd um, at tað fer at eydnast flokki hennara og teimum fýra flokkunum, hon hevur samráðingar við, at skipa stjórn.

Eg eri 90 prosent vís í, at stjórnin verður skipað í seinasta lagi fríggjadagin, segði Birgitta í sjónvarpsviðtalu í íslendska ríkisútvarpinum í gjár.

Fimm flokkar samráðast

Umframt piratarnar eru flokkarnir Vinstri Grøni, Viðreisn, Bjørt framtíð og Samfylkingin í samráðingunum.

Altingið kom saman týsdagin, uttan at nøkur stjórn er skipað. Tað er sjáldsamt at so er, men tað er tó áður hent í íslendskum politikki.

Spurningurin er so, um Birgitta Jónsdóttir hevur orsøk til at vera bjartskygd, at tað fer at eydnast henni at skipa stjórn, tí samráðingar hava áður verið millum hesar somu flokkarnar, men tær miseydnaðust.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864