Fólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa
1. november var fólkatalið í Føroyum 49.766, og tað merkir, at vit eru vorðin 743 fólk fleiri síðani 1. november í fjør, vísa hagtøl frá Hagstovuni
Vøksturin hevur verið so stórur seinastu mánaðirnar, at vit helst fara upp um 50.000 í februar
 
14.12.2016 - 14:11

So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðstu 15 árini. 

Stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið lítil vøkstur í tilflytingini.

Sí samlað yvirlit yvir fólkavøksturin niðast í hesi grein

Nettotilflytingin er 454, - tað er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopið er 289, ið er munurin millum fødd og deyð.

Tað er serliga nettoflytingin, ið er avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum. 

Gongdin, sum vit síggja í fyrra 12-mánaðarskeiðinum 2014 - 2015, verður enn greiðari í seinna 12-mánaðarskeiðinum 2015 - 2016: - At nú er nettotilflyting alt árið uttan í august, at nettofráflytingin í august nú er nógv minni enn árini frammanundan. 

50.000 í februar

Verður gongdin næstu mánaðirnar á leið, sum hon er nú, veksur fólkatalið enn skjótari upp móti teim 50.000, enn væntað hevur verið.

Vøksturin hevur verið so stórur seinastu mánaðirnar, at nú verður tað kanska longu í februar-mars, at vit fara upp um 50.000.

Vøkstur uttanfyri høvuðsøkið

Broytingin nú er, at vøkstur er í øllum høvuðsøkjum í Føroyum, eisini í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Fólkatalið veksur í 21 kommunum, og stendur í stað ella minkar í 9 kommunum.

Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 412 fólkum - hetta eru 55 prosent av fólkavøkstrinum fyri alt landið.
Síðan er ógviliga langt niður til hinar kommunurnar.

Samlað yvirlit yvir vøkstur í fólkatalinum hetta tíðarskeiðið:

  • Tórshavnar Kommuna er vaksin við 412 fólkum
  • Klaksvíkar kommuna er vaksin við 64 fólkum, 
  • Eystur kommuna við 37, 
  • Vága kommuna við 36, 
  • Nes og Sjóvar kommunur við 28 fólkum hvør, 
  • Vágs og Tvøroyrar kommunur við 22 hvør, 
  • Eiðis kommuna við 18, 
  • Fuglafjarðar, Sunda, Runavíkar og Hvannasunds kommunur við 15-16 fólkum hvør, 
  • Sumbiar, Kvívíks og Sørvágs kommunur við ávikavist 13, 11 og 10 fólkum, 
  • Skopunar, Skálavíkar og Fugloyar kommunur við 6-7 fólkum hvør, 
  • Sands og Kunoyar kommunur við ávikavist 4 og 2 fólkum 
  • Í Viðareiðis kommunu er fólkatalið óbroytt.
  • Minking er í Hvalbiar, Vestmanna og Porkeris kommunum við ávikavist 13, 10 og 9 fólkum. 
  • Í Hovs kommunu við 6, Húsa og Fámjins við 3 hvør, Kunoyar og Húsavíkar við 2 hvør og Skúvoyar við 1.

Kelda: hagstovan.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816