Sambandsflokkurin vil hava húsarhaldsskúla nú

Sambandsflokkurin vil hava húsarhaldsskúla nú
Sambandsflokkurin mælir til at játta hálva millión næsta ár, 8,5 milliónir í 2018 og níggju milliónir í 2019
Sambandsflokkurin vil hava húsarhaldsskúla bygdan í Klaksvík nú
Mynd: húsarhaldsskúli.fo  
 
15.12.2016 - 14:09

Í lógaruppskoti mælir flokkurin til, at landsstýriskvinnan í mentamálum sleppur at geva sjálvsognarstovninum Húsarhaldsskúla Føroya í mesta lagi 18 mió. kr. Afturfyri skal Mentamálaráðið fáa tinglýstan veðrætt í skúlanum fyri rentu- og avdráttarfría stuðulslánið úr landskassanum. Klaksvíkar kommuna hevur játtað at lata aðrar 18 milliónir til byggingina.

SV-innslag: Húsahaldsskúlin setur ikki kvinnur í bás

Mentamálaráðið hevur saman við øðrum fyrireikað byggingina í Klaksvík síðani 2014. Millum annað hava Bústaðir verið við í fyrireikingunum, tí Bústaðir skulu byggja næmingabústaðir. Í løtuni er pláss fyri 21 næmingum á Húsarhaldsskúlanum.

Nýggi skúlin skal hava pláss fyri 35 næmingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938