Arbeiðsloysið minkaði eisini í november

Arbeiðsloysið minkaði eisini í november
Størst er arbeiðsloysið hjá kvinnum 25-34 ár, og yvirhøvur eru fleiri kvinnur enn menn arbeiðsleysar
Sambært skráseting hjá ALS og Almannaverkinum vóru stívliga 700 fólk arbeiðsleys í november
 
25.12.2016 - 10:19

Í november var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,5 prosent - tað svarar til 707 fólk. Hetta er lægsta arbeiðsloysið higartil í ár. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Arbeiðsloysið hjá monnum var 2,3 prosent og 2,9 prosent hjá kvinnum.

Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin í arbeiðsloysi millum kynini eisini minkaður.

Fyri tveimum árum síðani vóru 200 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn. Fyri einum ári síðani var munurin komin niður í 80 kvinnur fleiri enn menn, og nú er munurin bara 35.

Tey ungu ringast fyri
Arbeiðsloysið er størst í aldursbólkinum 25-34 ár, har er tað 3,9 prosent. Í sama aldursbólki er eisini nógv størsti munur millum kynini, tí arbeiðsloysið hjá kvinnum 25-34 ár er dupult so stórt sum hjá monnum.

Arbeiðsloysið er minst í aldursbólkinum 45-54 ár, 1,9 prosenti.

Arbeiðsloysið er minst í Eysturoy, Vágum og Norðoyggum. Og størst í Suðuroy, Sandoy og Suðurstreymi.

Í tølunum hjá Hagstovuni eru bara skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannaverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286