Helst vald fríggjadagin

Helst vald fríggjadagin
Nývalda býráðið í Havn fer at skipa seg fríggjadagin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum enn situr við borðendan
Annika Olsen og býggja býráðið í Havn fara helst at skipa seg fríggjadagin. Nøkur ting skulu avgreiðast fyrst, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, við útvarpið
 
28.12.2016 - 12:50

- Skráin er farin út, og vit hava ikki bestemmað okkum enn, men eg vænti, tað verður fríggjadagin. Vit skulu avgreiða nøkur ting áðrenn.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í øllum førum nakrar dagar afturat, í samrøðu við útvarpið á døgurða.

Gunvør Balle varaborgarstjóri

Heðin Mortensen, borgarstjóri, er fyrstvaldur í Tórshavnar býráð. Tí er tað hann, ið skal kalla býráðið saman, so tað kann skipa seg.

Annika Olsen tekur við, sum borgarstjóri í Havn á nýggjárinum, tí Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava gjørt av at skipa samgongu í Tórhavnar býráð.

Gunvør Balle úr Tjóðveldi verður varaborgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815