Innsavning heldur fram

Innsavning heldur fram
Íslendingar halda fram at savna inn pening til føroyingar eftir ódnirnar á jólum allan januar mánað. Higartil eru 250.000 krónur innsavnaðar
Innsavningin í Íslandi eftir ódnirnar í Føroyum um jóltíðir heldur fram allan januar. Men síðst í hesari vikuni verður avgjørt, hvør fær pengarnar
Mynd: Savnsmynd/lesaramynd: Rúni Sundberg Patursson  
 
05.01.2017 - 07:37

Innsavningin í Íslandi eftir ódnirnar í Føroyum um jóltíðir heldur fram allan januar. Men síðst í hesari vikuni verður avgjørt, hvør fær pengarnar. Sannlíkast er, at bjargingarfeløgini í Føroyum fáa pengarnar.

Higartil eru savnaðar 250.000 krónur í okkara pengum. Hóast landsstýrið ikki vil hava pengar úr Íslandi, heldur innsavningin fram.

SÍ EISINI Siga »nei« til hjálp: Nú øsa fólk seg

Fráboðanin frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, er bara galdandi fyri fíggjarligan stuðul frá íslendsku myndugleikunum, siga tey, sum standa fyri innsavningini í Íslandi.

Hon er ikki galdandi fyri pengar, sum onnur í Íslandi lata føroyingum. Innsavningin er á facebooksíðuni, sum eitur Føroyingar og íslendingar eru frændur. Sí meira her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457