Grótið kann ikki brúkast

Grótið kann ikki brúkast
Grótið úr Eysturoyartunlinum verður ikki brúkt til at breiðka Kaldbaksvegin. Nýtiligt grót fæst ikki úr tunlinum til slíkt arbeiði
Grótið, sum fer at koma úr Eysturoyartunlinum, er ov lítið til, at tað kann brúkast til at dagføra Kaldbaksvegin
 
19.01.2017 - 14:47

Arbeiðið krevur stórt grót. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Heðin Mortensen, løgtingsmann.

Ongar ætlanir eru um at dagføra landsvegin til Kaldbaks. 500 bilar koyra á vegnum um samdøgrið. Til ta ferðsluna metir Landsverk vegin at vera nóg góðan.  

Landsverk metir, at vegurin kann haldast við vanligum viðlíkahaldi og møguliga onkrum trygdarábótum so sum víkiplássum og/ella betri sýni. 

Hálvur fimti kilometur er úr Kaldbaksbotni til Kaldbaks. Vegurin er sera ótíðarhóskandi, sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858