Bispur: hjúnalagslógin skal vera óbroytt

Bispur: hjúnalagslógin skal vera óbroytt
Bispur, kirkjuráðslimir og prestar halda, at borgarliga vígdir hjúnafelagar skulu framhaldandi hava rætt til kirkjuliga signing.
 
20.01.2017 - 17:15

Føroya Stiftsstjórn, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya hava sent Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum hoyringssvar viðvíkjandi uppskotinum um at taka kirkjuliga signing av borgarliga vígdum hjúnum úr hjúnalagslógini.

Í skrivinum stendur at "borgarliga gift - kona og maður, har annað ella bæði eru limir í fólkakirkjuni - hava lógartryggjað krav upp á kirkjuliga signing. Hetta skal vera óbroytt."

Hetta merkir, at bæði bispur, kirkjuráðslimir og prestar vilja varðveita hjúnabandslógina, sum hon er, og at grein 14 stykki 2, sum lógartryggjar rættin til kirkjuliga signing, ikki skal takast úr lógini.

Teir siga sostatt ikki beinleiðis nakað um, hvussu prestar skulu bera seg at, um borgarliga vígdir hjúnafelagar av sama kyni koma í kirkjuna at fáa signing.

Uppskotið um at taka grein 14 stykki 2 úr hjúnabandslógini varð sent til almennar hoyringar í síðstu viku, og skal fyri løgtingið í næstum. Verður tað samtykt, skal ríkislógartilmælið, sum gevur samkyndum loyvi at giftast, samtykjast í Fólkatinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531