SEV: Neyðugt at útbyggja Sundsverkið

SEV: Neyðugt at útbyggja Sundsverkið
Enn er einki boð upp á pumpuskipan, sum kann tryggja elveitigina, sigur SEV
 
26.01.2017 - 15:31

SEV leggur seg seg út í kjakið, sum hevur seinastu vikurnar, um tørvin at útbyggja Sundsverkið.

Í einum skrivi, sent fjølmiðlunum seinnapartin, tvíheldur el-felagið um, at tað er neyðugt at útbyggja oljuverkið.

- Einki skilagott búskaparligt alternativ er til at byggja Sundsverkið út, staðfestir SEV, og leggur afturat, at tveir teir elstu og størstu motorarnir á Sundi kunnu ganga fyri.

 - Neyðugt er at hava eina álítandi tiltakstrygd, ið tekur um endan, tá ið grønu orkukeldurnar ikki eru nøktandi, ella møguliga ganga fyri av einari ella aðrari orsøk, stendur millum annað í skrivinum.

Pumpuskipan

Røkt hevur víst á, at felagið kann veita meginpartin av tí streymi, sum í dag kemur frá olju, við eini pumpuskipan oman fyri Vestmanna.

Men sambært SEV er einki boð upp á eina pumpuskipan, sum kann tryggja elveitingina.

 - Støðan í málinum um pumpuskipan er, at enn er munandi kanningararbeiði eftir at gera, sigur SEV í skrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132