Sleppur nú eisini í tingið

Sleppur nú eisini í tingið
Meirilutin í Klaksvíkar býráð hevur samtykt, at Jógvan Skorheim kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður í senn
 
27.01.2017 - 07:51

Jógvan Skorheim, formaður í Nýggjum Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvík, kann nú taka sæti á tingi.

Tað gjørdi Klaksvíkar býráð við teprum meiriluta av á fundi í gjár. Seks býráðslimir - tað er meirilutin við Nýggjum Sjálvstýri og Javnaðarflokkinum - vóru fyri, og fimm - tað er minnilutin við Fólkaflokkinum og Tjóðveldi - vóru ímóti.

Seinasta býráðsvalskeið loyvdi Klaksvíkar býráð ikki Jógvani Skorheim at verða tingmaður, meðan hann var borgarstjóri.

Men nú hann hevur fingið býráðsins samtykt, tekur hann sæti á tingi 7. februar.

Bárður Kass Nielsen hevur verið varamaður á tingið síðan valið 1. september 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762