Hitapumpur somu treytir sum jarðhitaskipanir

Hitapumpur somu treytir sum jarðhitaskipanir
Innlendismálaráðið vil hava lógina um jarðhita at fevna um hitapumpur eisini.
 
31.01.2017 - 11:08

Hitapumpur skulu nú undir somu treytir sum jarðhitaskipanir. Lógin um jarðhita skal eisini galda fyri hitapumpur. Tað er kjarnin í lógarbroytingum, sum Innlendismálaráðið hevur orðað og sent til hoyringar.

 

Nú verður eisini kravt, at tey, sum seta upp hitapumpur, hava løggilding, at tey eru góðkend at gera slíkt arbeiði. Fyri at fáa slíka góðkenning krevst skeið, sum varar nakrar dagar.

 

Og myndugleikin, Umhvørvisstovan, skal eisini hava upplýsingar um aðrar hitipumpuskipanir enn bara jarðhitaskipanir.

Gott er at vita, hvussu hús og bygningar eru hitað, tí hagtøl skulu vera um upphiting, stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið.

 

Sambært orkupolitikki landsstýrisins skal í minsta lagi helvtin av sethúsum og bygningum verða hitað við varandi orkukeldum í 2025.

Og nýggju reglurnar skula takast í álvara, tí tey, sum sambært galdandi lóg fáa sekt fyri at bróta lógina um jarðhita, fáa nú eisini sekt, bróta tey lógina um hitapumpur.   

Hitapumpur, sum eru minni enn fýra kiloWatt, eru undantiknar flestu krøvunum í lógaruppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV