Leggur seg út í kjakið

Leggur seg út í kjakið
Aksel V. Johannesen, løgmaður, undrast á, at føroyingar ikki fáa at vita, hvør orsøkin er til endaligu niðurstøðuna í skattamálinum hjá Eik
 
10.02.2017 - 12:24

Løgmaður leggur seg nú út í kjakið um skattamálið millum TAKS og Eik.Við Sosialin sigur Aksel V. Johannesen, at hann undrast á, at føroyingar ikki fáa at vita, hvør orsøkin er til endaligu niðurstøðuna. 

- Eik Banki hevur út við helvtina av bankakundunum í Føroyum, og kundi tí havt áhuga í, at føroyingurin ikki illgitti um, hvørt bankin tilvitað ella av grovum ósketni hevur roynt at lumpað landskassan. So leingi lok verður lagt á málið, verður latið upp fyri illgitingum, sigur løgmaður við Sosialin í dag. 

Landsstýrismaðurin samdur við løgmann

- Eik skyldar Føroya fólki at greiða frá, hvat stendur í niðurstøðuni. Upphæddin er so stór, at Føroya fólk hevur rætt til at vita, hvat hendi, sigur Poul Michelsen við Sosialin.

Fíggjarmálaráðið fer nú at kanna, hvussu TAKS hevur handfarið málið. Og tað fegnast Aksel V. Johannesen, løgmaður, um. 

- Tá verður okkum greitt, hvussu TAKS hevur handfarið málið, og hetta fer vónandi at tryggja, at borgarin eisini framefitr fer at hava álit á TAKS, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður við Sosialin í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161