Kommunulæknin kærir dómin

Kommunulæknin kærir dómin
Kommunulæknin, sum í dag er dømdur eitt ár og seks mánaðar fongsul, hevur boðað sakførara sínum frá, at hann fer at kæra dómin
 
16.02.2017 - 14:14

Við Kringvarpið sigur Bjørn á Heygum, sakførari, at Freddie Poulsen, kommunlækni, ikki er nøgdur við dómin. 

SÍ EISINI Kommunulækni funnin sekur

- Hansara áskoðan er, at hann er ósekur. Tá hann so fær ein so harðan dóm, hálvtannað ár, er tað álvarsligt. Tí hann metir seg í fyrsta lagi vera ósekan, og í øðrum lagi er revsingin ov hørð.
 
- Við vón um frídøming fer hann tí at kæra, sigur Bjørn á Heygum, sakførari, og leggur aftrat, at kæran verður send dómsvaldinum longu í dag.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302