Tórður hittir Kuldakrákuna

Tórður hittir Kuldakrákuna

Undirheiti: 
Kuldakrákan býr í KvF, men tað er ikki so ofta, at hon er at síggja, tí hon dugir so væl at goyma seg.
Tekst: 

Men hon er ein linsulús, má sigast. Hon elskar at vera við, har nakað gongur fyri seg, og tá hon frætti, at Tórður gjørdi eina 'Við Tórði á túri' í kringvarpinum, var hon skjót at finna hann. Hon fekk enntá tann heiður, at verða lyft av Tórði - sjálvt um hann hevði lovað ikki at lyfta longur.

Eisini var Tórður við Jonnu, tá hon vitjaði Frískúlan í Havn til eina barnasending í útvarpinum.

Her sært tú bæði Jonnu og Kuldakrákuna

 

Mynd: