Lidna uppskotið broytt

bannari
Lidna uppskotið broytt
Uppskotið at nýskipa fiskivinnuna er ikki tað, sum var ætlað í samgonguskjalinum. Uppskotið er eitt "semjuuppskot"
 
06.03.2017 - 14:57

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann fyri einum tíma síðani beyð vælkomin á tíðindafundi í Tinganesi, har samgonguflokkarnir løgdu nýskipanaruppskotið fram. Tað sama segði Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

- Hetta er ikki tað optimala, og tað er verri enn so so frælslynt, sum vit høvdu ynskt. Men tað er so frægt, sum til ber, segði Poul Michelsen, sum eisini kallaði uppskotið eitt semjuuppskot. 105 síður er uppskotið til støddar.

- Vit eru komin við einum uppskoti, ið er semjusøkjandi, og sum eigur at hava undirtøku millum fólk, politiskar flokkar og vinnuna eisini, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

- Fiskiríkidømið skal hvørki í lóg ella í verki privatiserast, og vit tryggja, at tað er og verður ogn Føroya fólks, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á tíðindafundinum seinnapartin.

Meira verður at frætta um uppskotið til fiskivinnunýskipan í bæði útvarpinum og sjónvarpinum seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053