Her kemur ein ljóskurv

Her kemur ein ljóskurv
Ein ljósregulering skal setast upp í vegamótinum Hvítanesvegur-Eystari ringvegur í Havn, har sera nógv ferðsla er
Fólk skulu bíða eftir grønum ljósi og ikki koyra inn í eina rundkoyring í vegamótinum Hvítanesvegur-Eystari ringvegur í Havn
Mynd: Loftmynd: kortal.fo  
 
02.04.2017 - 14:37

Í nógv ár hevur verið tosað um, hvussu viðurskiftini í hesum vegamóti, har nógv ferðsla er, skulu skipast. Longu í 2012 varð hálv onnur millión krónur sett av í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu til ljósregulering í vegamótinum.

Men tosað hevur eisini verið um at gera eina rundkoyring á staðnum. Hóskvøldið skar býráðið so ígjøgnum. Meirilutin samtykti at gera ljósregulering og játta 400.000 krónur til at gera verkætlanina klára at bjóða út.  

Bæði tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin hjá kommununi mæltu til at gera ljósregulering í vegamótinum Hvítanesvegur-Eystari ringvegur. Býráðslimir í minnilutanum vildu hava eina kostnaðarmeting fyri rundkoyring, áðrenn nøkur avgerð varð tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709