Dómar fella kanska í ár

Dómar fella kanska í ár
Teir fyrstu dómarnir í sonevndu »Dieselgate« hjá Volkswagen fella kanska longu í ár, væntar týski ákærin
Greiða er kanska fingin á dieselgøluni hjá Volkswagen áðrenn 2017 er liðugt, væntar týski ákærin, ið heldur, at fyrstu dómarnir fella í ár
 
02.04.2017 - 15:10

Greiða er kanska fingin á dieselgøluni hjá Volkswagen áðrenn 2017 er liðugt. Tað væntar týski ákærin, sum heldur, at fyrstu dómarnir fara at fella í ár.

- Vit vóna at kunna enda rættarmálini í 2017, sigur Klaus Ziehe, týski ákærin, sambært finans.dk, sum endurgevur týska bilblaðið, Automobilwoche.

Ákærin vil ikki siga, hvussu nógvar rættarmál talan kann verða um. Í løtuni verða fýra rættarmál, har 47 fólk eru uppíblandað, fyrireikað til rættin at taka støðu til.

»Dieselgate« ávirkar ikki søluna - tvørturímóti

Málið byrjaði í september 2015, tá amerikanskir umhvørvismyndugleikar avdúkaðu svik í umleið 11 milliónum bilum hjá týsku bilverksmiðjuni, Volkswagen.

Ein telduskipan varð sett í dieselbilarnar, ið Volkswagen framleiddi. Tá bilarnir vórðu til eftirlit vísti skipanin. at bilarnir ikki dálkaðu so nógv, sum teir í veruleikanum gjørdu.

Dálkingargølan hevur ikki ávirkað søluna hjá Volkswagen síðani svikið kom undan kavi. Volkswagen seldi flest bilar í 2016. tá til samans 10,3 milliónir bilar rullaðu út frá VW-verksmiðjunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138