Uppskotið verður ikki broytt

Uppskotið verður ikki broytt
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum broytir einki í uppskotinum um, at ikki er neyðugt at hava veiðiloyvi fyri at bjóða upp á fisk í Barentshavinum
 
03.04.2017 - 09:38

Hóast bæði Vørn og Fiskivinnuráðið eru ivingarsom, broytir Høgni Hoydal, landsstýrismaður, einki í uppskotinum um, at ikki er neyðugt at hava veiðiloyvi fyri at bjóða upp á makrel, norðhavssild  og svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum í ár.

Tað verður gjørt fyri at loyva fleiri fram at uppboðssøluni. Nú kann rætturin at fiska eisini seljast teimum, sum hava fiskifar undir føroyskum flaggi, sum ikki hevur veiðiloyvi, og føroyskum feløgum, sum kunnu skjalprógva avtalu um, at fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.

Vørn hevur ikki neyðugu orkuna

Uppskotið hevur verið til ummælis, og Vinnunevndin, sum hevur uppskotið nú, hevur fingið ummælini. Nevndin hevur eisini fingið at vita, at landsstýrismaðurin hevur viðgjørt ummælini.

Og eingin orsøk er til at broyta lógaruppskotið, sigur Høgni Hoydal. Fiskivinnuráðið mælti frá broytingini, so leingi meginreglan í fiskivinnulóggávuni ikki er broytt.

Vørn sigur seg ikki hava orku til at gera allar tær kanningar um eigaraviðurskifti, sum lógarbroytingin krevur. Men tað ikki fær landsstýrismannin at broyta uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585