Føroysku kvinnurnar vunnu á Luksemburg

Føroysku kvinnurnar vunnu á Luksemburg
Fótbóltslandsliðið hjá kvinnum vann heili 5-1 á Luksembourg í fyrsta dystinum í innleiðandi HM-undankappingini á Tórsvølli í gjár
Mynd: jn.fo  
 
07.04.2017 - 08:13

Føroyska liðið var greitt omaná allan dystin, og longu í hálvleikinum var støðan 3-0 til Føroyar. Heidi Sevdal skeyt tvey mál, ímeðan Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen og Lív Arge skutu hvør sítt. 

Í dystinum ímillum hini bæði liðini í bólkinum vann Turkaland 3-0 á Montenegro. 

Styrkilistin hjá FIFA

Á FIFA-styrkilistanum, sum var almannakunngjørdur í gjár, liggur føroyska A-landsliðið hjá kvinnum á 72.plássi. 

Liðini í bólkinum hjá Føroyum liggja soleiðis á styrkislistanum hjá FIFA fyri kvinnur: - Turkaland liggur á 54. plássi, Montenegro liggur á 83. plássi og Luksemburg er á 90. plássi. 

Í Norðurlondum liggur svenska kvinnulandsliðið á sætta plássi, Noreg nr. 11, Danmark sum nr. 15, Ísland er nr. 18 og Finnland er nr. 28.

Næsti dystur hjá A-landsliðnum er í morgin kl.15, tá ið tær hitta Montenegro, og tann dystin vísa vit beinleiðis í sjónvarpinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585